Gesturin #12 Heini í Skorini artwork
Gesturin

Gesturin #12 Heini í Skorini

  • S1E12
  • 1:35:25
  • December 4th 2023

Vit tosa um nýggju bókina hjá Heina í Skorini. Eisini nema vit við kríggið í Gaza og truplu umstøðurnar rundan um kríggið.

Bókin snýr seg um spenningarnar millum religión øðrumegin og talufrælsið hinumegin, og bókin viðger, hvussu hesir spenningar og samanbrestir koma til sjóndar í altjóða politikki.

Talan er um eina populervísindaliga debattbók, sum argumenterar fyri, at rætturin til at hugsa og samskifta frítt um átrúnaðarlig viðurskifti er undir áhaldandi trýsti, bæði online og offline.

Stríðið um talufrælsið kemur m.a. til sjóndar í ST, har fleiri lond arbeiða fyri at samtykkja nýggja lóggávu í altjóða lóg, hvørs endamál er at banna religiónskritiskari ella ”blasfemiskari” talu. Hóast bókin er populervísindalig og harvið skrivað til eina breiðari lesarafjøld, so er hon kortini javnlíkamett og góðkend av fakligari metingarnevnd.

Bókin hevur higartil fingið góð ummæli í donskum miðlum. Jyllands-Posten gevur bókini fimm stjørnur og skrivar m.a. soleiðis:

"Det er både svært og trættende at trænge igennem de mange officielle proklamationer, der udgår fra FN på menneskerettighedsområdet. Men den færøske forsker i international politik, Heini í Skorini (født 1983), gør ikke alene et behjertet forsøg; han lykkes i den grad analytisk med at vikle trådene ud, så at man bedre forstår baggrunden for og dynamikken i den globale kulturkamp (...) Vi gør klogt i at læse den."

Og Weekendavísin skrivar soleiðis um bókina:

"Skorini giver et fremragende indblik i et vigtigt aspekt af sagen, nemlig hvordan de diplomatiske kampe om ytringsfriheden udkæmpes i FN-systemet. Der ligger solid forskning bag i form af gennemgang af FNs arkiver samt interviews med centrale aktører. Det er bekymrende og interessant læsning."

Gesturin

Samrøða við ymiskar gestir.